GEVI EG ALT, FÁI EG ALT!

Vælferðin er í besta blóma. Vit hava mestsum alt, vit hava tørv á: Mat, klæðir, hús, bilar og pening. Inntøkurnar eru hækkaðar seinastu árini og sæst hetta aftur í, hvussu vit brúka tað, sum vit hava fingið at umsita. Men hevur tú nakað at geva, hóast tú hevur meira um hendi?

MÆR ER GIVIÐ AT GEVA

Nakað hendir einum menniskja, sum í neyð fær eina óvæntaða gávu. Fær nakað fyri einki, sum stórur tørvur er á. Og hóast gávan kann verða oyðslað burtur, verður minnið um gevaran verandi.

HVÍ GEVI EG IKKI?

Hvussu torført er tað ikki at ofra tað, ein er glaður fyri og elskar? Tað kann vera lætt at geva frá sær tað, ið vit ikki hava brúk fyri, men nakað, vit hava so kært, ja, tað er nakað heilt annað.

Blog at WordPress.com.

Up ↑