MINNIR MYNDA MEG

Viðhvørt hugsa vit um onkran kæran, sum undan okkum er farin. Tað kunnu vera foreldur, ommur, abbar, vinfólk ella onnur, sum ikki eru okkara millum longur. Vit minnast tey. Teirra andlitsbrá, verumáta, gerningar og orð.

SJÁLVSØKNI SKAPAR SKILNAÐ

Ert tú nakrantíð vónbrotin? Tú ætlaði nakað ávíst, men tá ið avtornaði, gjørdist veruleikin ein heilt annar. Tú vart skuffað ella skuffaður av einum øðrum menniskja. Fá komu í føðingardag, hóast tú vónaði fleiri.

VRAKA TAÐ ILLA

Kennir tú støðuna spentur at fara til arbeiðis, men vegna órudd ber ikki til at koma í gongd? Ella vilja halda ein góðan føðingardag, men vegna ein keðiligan gest miseydnaðist tað heila?

MÆR ER GIVIÐ AT GEVA

Nakað hendir einum menniskja, sum í neyð fær eina óvæntaða gávu. Fær nakað fyri einki, sum stórur tørvur er á. Og hóast gávan kann verða oyðslað burtur, verður minnið um gevaran verandi.

OKKURT ER GALIÐ, UM ALT SIGST VERA GOTT

Hvat svarar tú, tá ið tú hevur trupult og onkur spyr: “Hvussu hevur tú tað?” Svarar tú tá: “Jú takk, eg havi tað gott!” Og hvat sigur tú við ein, sum sigur tær sína truplu støðu? Sigur tú: “Tað er nú ikki so galið, ha?” Kennir tú støðuna, at alt sigst vera gott, men tú hevur eina kenslu av, at okkurt er galið kortini?

IKKI VIÐGONGD, MEN MÓTGONGD MENNIR MEG

Fleiri menniskju seta spurnartekin við, um Gud man vera til. “Gud kann ikki vera til, tí at eg síggi hann ikki, eg hoyri hann ikki, eg haldi hann vera órættvísan, óndan og dømandi, eg fari ígjøgnum so nógvar trongdir...”

HVÍ GEVI EG IKKI?

Hvussu torført er tað ikki at ofra tað, ein er glaður fyri og elskar? Tað kann vera lætt at geva frá sær tað, ið vit ikki hava brúk fyri, men nakað, vit hava so kært, ja, tað er nakað heilt annað.

Blog at WordPress.com.

Up ↑