MÆR ER GIVIÐ AT GEVA

Nakað hendir einum menniskja, sum í neyð fær eina óvæntaða gávu. Fær nakað fyri einki, sum stórur tørvur er á. Og hóast gávan kann verða oyðslað burtur, verður minnið um gevaran verandi.

JALIGA PÍNAN

Tað tykist, sum innaní okkum er ein djypri ófriður, vit hava torført við at seta orð á. Og vit kunnu kenna okkum illa, tí í mun til fleiri av okkara medmenniskjum, hava vit alt tað, teimum tørvar, og eru ónøgd kortini.

AVLEIÐINGIN AVDÚKAR SJÁLVSØKNIÐ!

Hvussu nógv av levnaðinum snýr seg um andlitið úteftir? Munnu ikki fleiri av okkara góðu gerðum vera grundaðar í sjálvsøkni? At vit fyri øðrum vilja síggja út sum góð menniskju, sum vilja okkara medmenniskjum væl?

GER VÆL ÍMÓTI EINUM!

Vit verða jaliga ávirkað av tí jaliga og neiliga ávirkað av tí neiliga. Uttan mun til, hvørji orðini eru ella gerningarnir eru, so tykist ein sannroynd at vera fyri okkum flest, at vit verða ávirkað kensluliga og verða harvið kanska eisini myndað.

TÚ HEVUR VALDIÐ AT BROYTA HEIMIN!

Tá ið vit síggja onkra neyð í heiminum, spyrja vit mangan: “Hví ger eingin nakað við hetta?” Vit kunnu síggja hungur, kríggj, einsemi, atsókn, trælahald og siga kanska við okkum sjálv: “Um eg hevði valdið, hevði eg broytt støðuna!”

JESUS METTAR MÍNA SVONGD

Eg veit, at trupulleikin við vatni og mati um heimin gerst størri og størri fyri hvørt ár. Eg vil fegin hjálpa, men gangi við ringari samvitsku, tí at eg geri stórt sæð einki við tað. Hví?

GEVI EG ALT, FÁI EG ALT!

Vælferðin er í besta blóma. Vit hava mestsum alt, vit hava tørv á: Mat, klæðir, hús, bilar og pening. Inntøkurnar eru hækkaðar seinastu árini og sæst hetta aftur í, hvussu vit brúka tað, sum vit hava fingið at umsita. Men hevur tú nakað at geva, hóast tú hevur meira um hendi?

Blog at WordPress.com.

Up ↑