FYLG VÆL!

Hvat vilt tú hava onnur at minnast teg fyri, tá ið tú ert farin haðani frá? Ivaleyst sum ein góður maki. Eitt gott foreldur. Ein góður vinur. At hini fingu nakað gott frá tær, sum myndar teirra lív. - At tú leiddi lívið væl.

GEVI EG ALT, FÁI EG ALT!

Vælferðin er í besta blóma. Vit hava mestsum alt, vit hava tørv á: Mat, klæðir, hús, bilar og pening. Inntøkurnar eru hækkaðar seinastu árini og sæst hetta aftur í, hvussu vit brúka tað, sum vit hava fingið at umsita. Men hevur tú nakað at geva, hóast tú hevur meira um hendi?

LEIÐIN LAGAR LÍVIÐ!

Spyrt tú nakrantíð teg sjálva/n: “Hví er mítt lív, so sum tað er?” Tú hyggur kanska ónøgd/ur at tínum lívi og undrast um, hvussu lívið lagaði soleiðis, sum tað gjørdi: “Hví livdi eg ikki øðrvísi?

MINNIR MYNDA MEG

Viðhvørt hugsa vit um onkran kæran, sum undan okkum er farin. Tað kunnu vera foreldur, ommur, abbar, vinfólk ella onnur, sum ikki eru okkara millum longur. Vit minnast tey. Teirra andlitsbrá, verumáta, gerningar og orð.

VRAKA TAÐ ILLA

Kennir tú støðuna spentur at fara til arbeiðis, men vegna órudd ber ikki til at koma í gongd? Ella vilja halda ein góðan føðingardag, men vegna ein keðiligan gest miseydnaðist tað heila?

Blog at WordPress.com.

Up ↑