HVØRJA ÚTGÁVU AV TÆR VÍSIR TÚ?

Vit vilja so fegin vísa eina vakra, dugnaliga og fyrimyndarliga útgávu av okkum fram fyri okkara medmenniskjum. Tá ið vit so gera okkurt, sum brýtur við hesa útgávuna, krógva vit tað, soleiðis at onnur ikki síggja tað. Hví?

FINN EGNAR FEILIR FYRST!

Vit hava so lætt við at seta orð á feilirnar hjá øðrum. Er tað tí at vit ikki sjálv gera feilir? Ella man tað vera tí, at við at síggja feilirnar hjá øðrum, hava vit tað betri við okkum sjálvum?

KARMLOYSI KANN ONGUM KÆRLEIKA RÚMA

Kennir tú kensluna av at hava gjørt nakað skeivt? At hava vitað, hvar ið karmurin var, verið freistaður at fara útum karmin, og síðani gera eftir freistingini? Kennir tú kensluna av avleiðingini, sum fylgdi, tá ið tú gjørdi hetta skeiva?

Blog at WordPress.com.

Up ↑