MÆR ER GIVIÐ AT GEVA

Nakað hendir einum menniskja, sum í neyð fær eina óvæntaða gávu. Fær nakað fyri einki, sum stórur tørvur er á. Og hóast gávan kann verða oyðslað burtur, verður minnið um gevaran verandi.

HVÍ GEVI EG IKKI?

Hvussu torført er tað ikki at ofra tað, ein er glaður fyri og elskar? Tað kann vera lætt at geva frá sær tað, ið vit ikki hava brúk fyri, men nakað, vit hava so kært, ja, tað er nakað heilt annað.

KARMLOYSI KANN ONGUM KÆRLEIKA RÚMA

Kennir tú kensluna av at hava gjørt nakað skeivt? At hava vitað, hvar ið karmurin var, verið freistaður at fara útum karmin, og síðani gera eftir freistingini? Kennir tú kensluna av avleiðingini, sum fylgdi, tá ið tú gjørdi hetta skeiva?

Blog at WordPress.com.

Up ↑