LÍT JALIGT Á MORGINDAGIN!

Hvat hugsar tú, tá ið lívið broytist? Hugsar tú jaligt um møguligu broytingarnar í framtíðini? Ella neiligt? Er tað ótti fyri sjúku, neyð, sorg, trupulleika og deyða, sum merkir títt sinni, ella gleðin um lív, eydnu, kærleika, frælsi og møguleikar?

TAÐ NEILIGA RAKAR EISINI TEG!

Hvar er Gud, tá ið tað neiliga rakar? Vit síggja, hoyra og lesa um neyðina úti í heimi. Uppliva, hvussu okkara kæru stríðast. Og kenna, hvussu vit innaní eru ótrygg. Er eingin tryggleiki í lívinum?

UM JESUS ER NÆR, ER STÚRANIN FJAR!

Ert tú nakrantíð bangin? Óivað svarar tú ja til tann spurningin, tí menniskju flest munnu í størri ella minni mun kenna ótta. Vit óttast fyri gerandisdegnum, lívinum og ævinleikanum. Hvat kann eg gera við óttan?

Blog at WordPress.com.

Up ↑